Um Alnetið
Fremsta endamálið við Alnetið er at veita skjóta og góða KT-tænastu til ein og hvønn tørv.
Harumframt brenna vit fyri at gera tað einfalt hjá smáum og stórum fyritøkum at gerast sjónligari á netinum, og harvið vaksa um sítt virksemi.
Alnetið ynskir, at øll fáa javnbjóðis møguleika at verða hoyrd á marknaðinum. Vit vilja innovativt, tó einfalt KT. Tá vit tosa um KT, slepst ikki undan at hugsa um trygd, og her veita vit trygd í heimsflokki.