Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hesin politikkur ásetir, hvussu Alnetið viðger persónsupplýsingar í sambandi við okkara tænastur.
Hvørji vit eru
Sp/f Alnetið
Løkjatún 1
FO-160 Argir
Føroyar
Email: Alnetid@alnetid.fo
Telefon: +298 788000
Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.
Upplýsningar ið vit móttaka
Allir upplýsingar, sum vit móttaka sum dátaábyrgdari verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann.
Viðgerð ísamband við stovnan av gjaldsloysn
Hvítvasklógin er galdandi, ísamband við stovnan av gjaldsloysnum.
Vit innheinta samleikaprógv í slíkum málum. Vit hava skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um allar veruligu eigararnar í felagnum.
Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya.
Innheintaðar upplýsingar verða sendir viðari til dátaábyrgdarin(Clearhaus) og verða strikaðir í okkara skipan tá viðgerðin er liðug.
Hýsing
Í nógvum førum er Alnetið dátuviðgeri vegna kundar okkara, t.d. í sambandi við hýsingartænastu okkara. Sum dátuviðgeri fer viðgerðin á Alnetið fram eftir boðum frá dátuábyrgdaranum og samsvarandi ítøkiligari dátuviðgeraravtalu millum partarnar.
Vitjan á heimasíðu okkara. “Farspor“
Vit brúka farspor á heimasíðuni til tess at betra um tænastuna á síðuni. Hetta til tess, at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri brúkaran. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki, sum altíð kann takast aftur.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Alnetið ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.
Klaga
Metir tú, at Alnetið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00
Samband við okkum
Sp/f Alnetið
Løkjatún 1
FO-160 Argir
Føroyar
Email: Alnetid@alnetid.fo
Telefon: +298 788000