Vel tær eitt økisnavn Kom skjótt ígongd – Vit hjálpa tær
Minimal blank search bar with sale icon. Price comparator concept. 3d render
Økisnavn
Økisnavn, hvussu skal tín heimasíða eita?
Fyri at fáa byrjan á tína heimasíðu, er neyðugt við einum økisnavni. Økisnavnið er títt egna. Við einum økisnavni, gert tú tað møguligt hjá fólki at finna fram til tína heimasíðu.
Týdningur
Hví hevur økisnavnið stóran týdning?
Økisnavnið ger tað lætt hjá brúkaranum at finna fram til tína heimasíðu. Gert tú økisnavnið viðkomandi, kann tað verða við til at brúkarin fær eina góða uppliving, og tað hevur týdning. Økisnavnið er eisini við tí at marknaðarføra tína fyritøku
Business woman working at desk writing an address on a envelope
Internet symbol on a wooden cube on a computer keyboard, with a blurred background and a shallow depth of field.
Møguleikar
Aðrir møguleikar við einum økisnavnið
Við einum økisnavnið ber til at knýta tað til ein virkisteldupost @tittnavn.fo. Á henda hátt skapar tú ein reyðan tráð í samskiftinum, og fyri móttakaran av teldupostinum kennist tað professionelt.
Fakta
Við einum økisnavnið, gerst tú meira sjónligur á netinum.
Vel rætta økisnavn
Seks góð ráð til at velja rætta økisnavn
1. Kom til sakina: Finnur tú eitt stutt og greitt økisnavn, ið umboðar títt virkesemi rætt, hjálpir tú brúkarunum at minnast tað betur.
2. Økisnavnið skal verða einfalt at brúka í orð og talu, soleiðis at fólk duga at úttala og stava tað.
3. Met um hvørt økisnavnið er viðkomandi. Taka vit til dømis Føroya Tele, veist tú at talan er um samskifti og tað er fyri allar føroyingar. Ansa eftir at tú ert til at kenna aftur.
4. Onkuntíð er upplagt at nýta heitið á fyritøkuni sum títt økisnavn.
5 .Ert tú influensari, bloggari ella eitthvørt líknandi, er upplagt at nýta títt egna navn til økisnavn. Orsøkin er, at í hesum føri er tað teg sum tey vitjandi søkja.
6. Í Føroyum nýta vit .fo. Ynskir tú at virka á alheimspallinum, er tað mest vanliga at nýta .com.