Sel á netinum við
heimsins mest brúktu nethandilsskipan
Kom skjótt ígongd – Vit hjálpa tær

Nethandil / Wooocommerce

Søla á alnetinum – Ómakaleyst og lætt

Vit menna okkara nethandlar við Woocommerce, ið er heimsins mest brúkta nethandlaskipan. Vit hava alt, ið skal til fyri at tú kanst koma skjótt og gott í gongd, við júst tí nethandlinum tú droymir um.

Møguleikar

Tilknýting til nógvar veitarar

Við woocommerce hevur tú eina rúgvu av ískoytishentleikum (add-on’s), ið kunnu geva tær eyka møguleikar. Hevur tú eina vælverumiðstøð og skal hava eina haldskipan. Gert tú mat og ynskir at gera tað lætt, bæði fyri teg og tann svanga keyparan við eini take away skipan, ella skipar tú fyri tiltøkum av ymsum slagi, og hevur tørv á eini bíleggingarskipan

Alt hetta letur seg gera við Woocommerce og meir afturat.

Fakta

30% av øllum nethandlum í heiminum hava valt Woocommerce

Bókhald

Tilknýting til bókhaldsskipan

Ynskir tú at fáa nethandilin meira ómakaleysan, ber til at fáa bókhaldsskipan tilknýtta við nethandilin. Harvið hevur tú fult yvirlit yvir bæði goymslu og bókhald, so at alt stemmar. Alnetið samstarvar við veitarar av Visma e-conomic, Dynamic NAV, Lundan, Business Central o.fl., so vit kunnu skjótt og nemt fáa tilknýtingina ígongd ímillum tína bókhaldskipan og tín nethandil.

Kassaskipan

Tilknýting til POS (Kassaskipan)

Við Woocommerce ber til at hava innbygda kassaskipan á nethandlinum. Eisini ber til at tilknýta Woocommerce við aðrar kassaskipanir, Alnetið hevur tætt samstarv við Flexpos veitara. Flexpos og Woocommerce rigga sera væl saman, tað sum ger tað meira einfalt er at tú eisini kanst fáa bókhaldsskipan at tosa við Flexpos, t.v.s. Nethandil, bókhald og kassaskipan og alt arbeiðir saman.

Flutningur

Tilknýting til Posta

Við okkara sergjørdu loysn til Woocommerce ber nú til at fáa tínar bíleggingar á nethandlinum sjálvvirkandi sendar til sjálvgreiðsluna.

GJALDSLOYSN

Alnetið er veitari hjá
Quickpay og Clearhaus í Føroyum

Heintar upplýsingar

Lat okkum taka eitt prát

Ring til okkum

+298 788000

Kontór

Heiðavegur 15, 600 Saltangará

Send eini boð

[email protected]